Lyon á palli í Fjósinum á G! (Savnsmynd)

Elinborg og Lyon: Lokal nøvn á pallin í Tøting


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Tíðindaskriv

07.09.2017 - 11:17

Mentan > Mentan > Konsertir

Hóskvøldið verður lokalur tónleikur á skránni, tá Tónleikasamtakið Grót skipar fyri konsert við Elinborg og Lyon.

Leingi hevur verið samskifti við songkvinnuna úr Gøtu, um eina útgávukonsert í Tøting, og nú er konsertin loksins komin á skrá. Tað vil siga, upprunaliga var ætlanin, at konsertin skuldi vera fyri trimum vikum síðani, men vegna serligar umstøður varð hon útsett tá.

Tíðliga í ár gav Elinborg út EP’ina "Landið Sum Ongin Sær", ið rúmar fýra løgum. Eftir ætlan skuldi útgávukonsert verða í Tøting fyrr í ár, men av tí at Elinborg hevur fingið snikkað saman ein nýggjan bólk, var konsertin nakað seinkað.

Tað er nú heldur ikki hissini bólkur, ið songkvinnan hevur aftanfyri seg í dag. Manning hennara er Per I. Højgaard Petersen, Allan Tausen og Hans Marius Ziska. Høgni Lisberg, Allan Tausen og Hans Marius Ziska hava framleitt útgávuna í felag. Tekstirnir eru á føroyskum, og Elinborg er sjálv høvundur.

Gøtumaðurin Lyon, ið er búðsitandi í Onglandi, er komin heim á klettarnar í summarferiu. Men hann letur tó sanniliga hoyra frá sær av pallinum, har hann millum annað spældi eina av bestu konsertinum á ársins G! Festivali.

Ummælarin Birgir Kruse segði millum annað soleiðis á bloggi sínum:

”Fjósið, har eg billi mær inn at lukta autentiskt súrhoyggj eina lítla løtu - men kanska vóru tað bara ímyndingarevnini eitt fríggjakvøld - verður til eitt svart vekingarmøti í amerikansku suðurstatunum, lameterandi á klaverið, sum Kurt Weill fyri kríggið í dekadenta Berlin, og hov, var tað nú Tom Waits, ið varð vundin gjøgnum mikrofonina, jú gussdoy, og so reisir hann seg upp, og so er hann Son of Schmilsson, Harry Nillsson, í fullum figuri, leikandi, lameterandi sum eitt gosfjall.

Sjovið hjá Lyon er so sterkt, sannførandi og fjøltáttað, at eg eri málleysur. Soleiðis er ein góð konsert. Eg yvirgevi meg so púrasta. Hetta var alt, ið eitt gittar- og klaver sentrerað sjov kann bjóða uppá. Ríkt, egið og gleðiligt. Takk!”