Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur (Privatmynd)

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur: - Aksel kom úr buskinum

Niels Petersen

19.07.2016 - 17:36

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Landspolitikkur

Um løgmaður Aksel Jóhannesen saman við umboðunum fyri javnaðarflokkin í norðurøkinum taka undir við, at Sjúkrahúsverkið skal hava eina leiðslu, so eiga tit at koma út úr buskinum og siga tað. Hetta sigur Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur millum annað í skrivi í dag.

- Tey sum valdu tykkum og allir Norðoyingar annars hava rætt til at vita, hvar tey hava tykkum í hesum máli, og tey hava eisini rætt til at vita, um tit eru líkasæl um, at arbeiðssetningurin ikki varð yvirhildin í tilmælinum, sigur løgtinglimurin fyri Fólkaflokkin.

Hon spyr víðari, hvar rættvískenslan er hjá sitandi samgongu.

Elsebeth saknar uppbakning til allar teir norðoyingar, sum valdu at seta álit á sitandi samgongu. Elsebeth metir tøgnina vera larmandi, og undrast yvir, hvar umboð norðoyinga eru í hesum so tíðandi máli.

Elsebeth hugrennur eisini eitt sindur um politisku yrkisleið Aksels, og minnist, at fólk vóru spent, tá hann trein inn á politiska pallin. Men eitt tað fyrsta hann gjørdi, tá hann fekk størri ávirkan var, at flyta føðideildina á Klaksvíkar Sjúkrahúsi til Havnar. 

- Nú er hesin sami politikari blivin løgmaður. Norðoyingar eru enn spentir uppá, hvat teirra løgmaður fer at gera. Nei, ikki eitt kis hoyrist frá løgmanni, í hesum sera spenta máli fyri norðoyingar í løtuni, sigur Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur.

Fólkaflokskvinnan heldur lítið um eina leiðslu fyri øll trý sjúkrahúsini, tí so er liðugt, sigur hon.

Hon heitir staðiliga á Aksel V. Johannesen, løgmann um, at hann traðkar í karakter, og fortelur teimum sum valdu hann í Norðoyggjum, hvar norðoyingar hava hann.

- Klaksvíkar Sjúkrahús hevur í øllum førum sera stóran og avgerandi týdning fyri okkum, sum her búleikast og onnur við eisini. Og nú sita vit øll spent og bíða eftir, hvønn týdning orðini hjá løgmanni áðrenn valið høvdu, at nú skuldi ríkidømi í landinum út í hvønn krók, sigur Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, løgtingslimur fyri Fólkaflokkin


Les alt skrivið her