Mynd: Flogbóltslandsliðið, kvinnur 2017(Facebook)

EM í Luksemborg: Skotland var omaná



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Agnar Frederiksen

25.06.2017 - 13:25

Ítróttur > Ítróttur > Flogbóltur

Føroysku flogbóltskvinnurnar spældu tvey sera góð sett ímóti Skotlandi, men tað var ikki nóg mikið.

Eftir tap fríggjadagin og í gjár, komu Føroyar væl í gongd, tá leikt var ímóti Skotlandi í dag. Føroyar vann fyrsta sett 25-19. Næsta sett var sera javnt og spennandi, men tíverri vann Skotland 25-23.

Men í triðja og fjórða setti var størri munur á. Skotland vann ávíkavist 15-13 og 15-25, hóast Føroyar byrjaði fjórða sett væl.

Føroyar skal spæla ein dyst afturat í dag. Hetta er somuleiðis tann seinasti í EM fyri smátjóðir, og harvið er ein møguleiki eftir at fáa ein sigur. Tað er vertslandið Luksemborg, ið er mótstøðuliðið. Dysturin byrjar kl.18.00, og kann stroymast her: http://www.rtl.lu/sport/1047909.html