Leif Sørensen tilnevndur til "Mathandverkarin 2017" (Mynd: Sverri Egholm)

EMBLA - hesi eru tilnevnd



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Tíðindaskriv

17.05.2017 - 10:30

Tíðindi > Lívsstíls- & brúkaraevni > Matur & matgerð

Hvør er besti mathandverkari í norðurlondum? Og hvør er besti matíverksetari?

Tey tilnevndu úr øllum luttakaralondunum eru funnin, og í august verður gjørt av, hvør fær handað matvirðislønirnar fyri 2017.

Virðislønin er sett á stovn fyri at deila vitan og royndir. Í summar verður hon handað fyri fyrstu ferð, og tilsamans eru komin 185 uppskot frá teimum sjey norðurlendsku luttakaralondunum.

Embla fagnar tað besta í norðurlendskari matgerð: rávørur, matvørur, framleiðsluhættir og fakfólkini aftanfyri. Embla er ein verkætlan, ið norðurlendska samstarviðNýnorðurlendskur maturhevur raðfest, og sum Norðurlandaráðið hevur stuðlað. Føroyska luttøkan er skipað í samstarvi millum Bóndafelag Føroya, Uttanríkis- og Vinnumálaráðið, iNOVA, Visit Faroe Islands og Atlantic Airways.

Embla skal vera við til at styrkja felags norðurlendskan matsamleika og matmentan og vaksa um áhugan fyri norðurlendskum mati uttan fyri Norðurlond, sigur Andreas Buchhave, ráðgevi hjá danska bóndafelagnum Landbrug & Fødevarer og verkætlanarleiðari á Emblu.

23. august fer ein dómsnevnd, við umboðum úr øllum luttakaralondunum, at gera av, hvørji skulu fáa norðurlendsku matvirðislønina 2017.

Handanin fer fram á toppfundinum “Better Food for More People”, sum danska umhvørvis- og matvørumálaráðið skipar fyri undir matfestivalinum Copenhagen Cooking 24. august í Keypmannahavn.

“Samstarvið millum norðurlendsku bóndafelagsskapirnar er gamalt og norðurlendska matmentanin er nógv styrkt síðani aldarskiftið. Tí er eingin ivi um, at norðurlond eru klár til nýggju matvirðislønina Embla” sigur Marie Haar Jensen, marknaðarráðgevi hjá Landbrug & Fødevarer.

Tey tilnenvndu úr Føroyum eru:

Leif Sørensen:

Leif Sørensen umboðar Føroyar í bólkinum “Mathandverkarin 2017”.

Leif Sørensen er kokkur og íverkseti, sum í 2004 var við til at skriva undir Ny Nordisk Mad-manifestið.

Leif hevur staðið á odda fyri matstovuni “Gourmet” í Havn og síðani arbeitt sum høvuðskokkur á KOKS, og við hesum gjørdist hann undangongufólk fyri fínari mat; nakað, sum áður annars ikki hevði havt serligt pláss í føroyska samfelagnum.

Eftir tíðina á KOKS hevur Leif lagt dent á at kanna føroyska floru og fauna fyri serligu eginleikarnar og smakkirnar. Í hesum sambandinum hevur hann ment eitt norðurlendskt fiska-kips, sum er gjørt av røstum fiski og norðurlendskum kornsløgum. Kipsið brúkar tann siðbundna, serliga, ræsta, føroyska smakkin og marknaðarførir hann í eini vøru, sum vendir sær til ein breiðan skarða og ein møguligan, stóran, altjóða marknað.

Í november 2014 vann fiskakipsið hjá Leif Sørensen fiskabólkin í “The Open Icelandic Championship for Artisan Food Production.”

Eva úr Dímun:

Eva úr Dímun, Dímunargarður, umboðar Føroyar í bólkinum “Rávøruframleiðari 2017”.

Eva og Jógvan Jón á Dímunargarði hava við teirra visjón og dirvi víst, hvussu arbeiðast kann fyri at sleppa undan avfólkan á smáum plássum. Tey hava búsett seg á Stóru Dímun, har tey liva av tí, sum oyggin hevur at bjóða.

Høvuðsvinnan er seyðahald, men tey hava eisini neyt og flogfenað, umframt framleiðslu av rótfruktum og sjófugli. Tey hava verið tilvitað um at sleppa uttanum hópframleiðslu, men ístaðin miðað eftir einum breiðum úrvali av úrdráttum í oynni.

Dímunargarður er grundaður á at halda siðbundna handverkið á lívi við nýskapandi loysnum, sum hava góðsku, reinleika og burðardyggleika í miðdeplinum.

Harvið er tað eydnast Evu í Dímun at marknaðarføra sína vøru, og merkið “Dímunargarður” er nú knýtt at góðsku og tí bygdarliga, siðbundna mátanum at liva uppá.

Gutti Winther:

Gutti Winther umboðar Føroyar í bólkinum “Matsamskiftarin 2017”.

Gutti Winther er kokkur og sjónvarpsvertur, sum í nógv ár ótroyttiliga hevur miðlað føroyskar vørur og framleiðslu. Hann hevur verið andlitið úteftir á “Keyp føroyskt” átakinum, sum hevði til endamáls at økja tilvitið og harvið eisini nýtsluna av føroyskum rávørum og framleiðslu yvirhøvur.

Hann hevur staðið á odda fyri “Fisk & ships”, ein sjónvarpsrøð, sum upplýsir føroyingar um fiskiskap - høvuðsvinnuna undir føroyska búskapinum.

Hansara høvuðsverk er tó “Spískamarið”, eitt eindømi uppá eina røð, har hvør einstøk oyggj í Føroyum fekk sína framleiðslu og umhvørvið víst fram við matgerðini hjá Gutta.

Høvuðsmálbólkurin er føroyingurin her heima í Føroyum, sum við góðari miðling gerst meiri tilvitaður um rávørur, umhvørvið og møguleikar í landinum, umframt kunning til øki, sum ikki vóru kend frammanundan.

Røðin er eisini send uttanlands, har hon virkar sum ein framúrskarandi pallur til at marknaðarføra Føroyar, bæði innan mat, mentan og matmentan.

Heimablídni:

Heimablídni umboðar Føroyar í bólkinum “matferðamálið 2017”.

Heimablídni, har føroyingar kunnu gera stovur sínar um til eina matstovu, er ein serføroysk loysn uppá trupulleikan við avmarkaðum landafrøðiligum atkomumøguleikum og harvið eisini fáum vitjandi.

Uttan stórar íløgur í samferðslukervið og uttan krøv til fastar upp- og afturlatingartíðir, er tað við Heimablídni eydnast føroyingum at vísa samfelagið og gestablídnið uppá tann mest náttúrliga mátan: gjøgnum matin.

Gestirnir fáa ein serligan møguleika til at fáa innlit í eina ektaða, føroyska uppliving, har bæði matur og søgur sleppa framat í heimliga umhvørvinum hjá húsfólkinum.

Heimablídni er við til at tryggja eitt stórt og fjølbroytt úrval av matupplivingum í lokalumhvørvinum og harvið við til at gera Føroyar til eitt lokkandi matferðamál.

Á heimasíðuni hjá Embla eru øll nevnd, sum eru í uppskoti til at vinna matvirðislønina Embla í ár.

Tíðindaskriv frá Granskarasetrið iNova