EM-flogbóltur: Flúgvari lendi ikki í Vágum - dystarskrá broytt



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Sverri Egholm

22.03.2018 - 17:12

Ítróttur > Ítróttur > Flogbóltur

Vegna vánalig floglíkindi lendi SAS ikki í dag, og tí hevur verður neyðugt at broyta dystarskránna í morgin, fríggjadagin, tí Luxembourg var við hesum flúgvaranum. Flýgvarin verður vantandi ikki í Føroyum fyrr enn klokkan 16:45 í morgin, fríggjadagin.

Føroyar og Ísland eru ásett at spæla klokkan 19:00, og hetta verður ikki broytt, men dysturin millum Skotland og Luxembourg, sum skuldi vera klokkan 16:00, verður ístaðin leiktur klokkan 21:00, ella beint eftir dystin millum Føroyar og Ísland.

Føroyska liðið hevur sína seinastu venjing klokkan 15:00 í dag fram til 16:30, og síðani verður farið á Hotel Føroyar at fyrireika seg til dystin í morgin.