Emil Kjeldgaard Petersen heimsmeistari í skeet



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Sverri Egholm

10.09.2017 - 22:42

Ítróttur > Ítróttur > Skjóting

Um vikuskiftið var HM í skjóting í Moskva.

20 ára gamli Emil Kjeldgaard Petersen vann kappingina og gjørdist heimsmeistari fyri juniorar í skeet skjóting.

Emil skeyt 119 dúgvur í innleiðandi umførunum, og kom eftir shoot-off í finaluna sum 6. skjúttin. Her skeyt Emil heili 32 dúgvur á rað, og endaði við 54 raktum dúgvum av 60 møguligum, og gjørdist hann sostatt heimsmeistari.

Emil, sum býr í Danmark er ikki ókendur í Føroyum - mamma hansara er úr Føroyum. Emil hevur fleiri ferðir verið í føroyum og skoti, millum annað vann hann kappingina Tórshamar Open í Tórshavn í 2015.