Emil Stabil í Bassalt



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Tíðindaskriv

11.04.2018 - 11:22

Mentan > Mentan > Tónleikur

Vit í Bassalt eru sera errin av at kunngera, at vit hava fingið Emil Stabil til Føroya at framføra í Bassalt 5. mai 2018.

Hetta er fyrstu ferð, at Bassalt hevur fingið eitt útlendskt navn til Føroya, og vit eru sera spent til kvøldið.

Emil Stabil er ein kendur rappari frá Aarhus. Hann fekk sítt gjøgnumbrot í 2014 við sanginum "Er Det En Fugl" og síðani tá hevur hann havt fleiri hitt. Kendasta lagið man vera "Allerede Is". Emil Stabil hevur vunnið fleiri virðislønir í Danmark og er kendur fyri at hava sera góð liveshow, so tað verður uttan iva eisini eitt gott show í Bassalt.

Plássið í Bassalt er rættiliga avmarkað, og tí hava vit valt at selja atgongumerkini á forsølu á heimasíðu okkara.

Tíðindaskriv frá Bassalt