Eminem (Mynd: Ritzau Scanpix)

Eminem leyp ræðslu á áhoyrararnar



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ari av Rana

12.06.2018 - 22:07

Mentan > Tónleikur > Festivalar

Heimskendi rapparin, Eminem, er komin undir harðan kritik, nú hann nýtti skotlíknandi ljóð undir eini konsert í Tenessee í USA í vikuskiftinum.

Hendingin, sum var við endan á sanginum “Kill You” leyp ræðslu á áhoyrararnar, sum skríggjaðu og bukkaðu seg niður, tí at tey hildu at skotið varð eftir teimum, skrivar DR.

Hendingin gekk fyri seg minni enn eitt ár eftir at ein álopsmaður drap 58 fólk og særdi fleiri enn 800 undir einari countryfestivali í í Las Vegas.