Eins og á Argjum í fjør, so kunnu víkingarnir í morgin fegnast um eitt FM-heiti, uttan so at alt gongur galið. (Mynd: Jens Kr. Vang)

Endabresturin verður í morgin



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Agnar Frederiksen

20.10.2017 - 16:57

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Í morgin enda tær seinastu landskappingarnar í Føroyum. Seinasta umfar í Effodeildini og í 1.deild hjá monnum hjá er á skránni.

Í 1.deild hevur B68 enn møguleikan at flyta upp, men so skal ein risasigur til ímóti ÍF, samstundis sum AB skal vinna í Klaksvík. Sum støðan er nú flytur bert AB upp, meðan 07 Vestur verður verandi í Effodeildini. 

Í Effodeildini er tað so gott sum greitt, at Víkingur kann lyfta steypið í Sarpugerði í morgin. KÍ, NSÍ og B36 dystast um hini heiðursmerkjaplássini, og KÍ kann enn matematiskt vinna FM.

Vit vera til staðar í Sarpugerði, og har koma millum annað myndir og videosamrøður og annað út. Eisini fylgja vit við gongdini aðrastaðni. 


Skráin fyri Effodeildina í morgin:

27
21-10-2017 kl. 15:15
-
27
21-10-2017 kl. 15:15
-
27
21-10-2017 kl. 15:15
-
27
21-10-2017 kl. 15:15
-
27
21-10-2017 kl. 15:15


Skráin fyri 1.deild(ein dystur verður leiktur í kvøld):

27
20-10-2017 kl. 18:30
-
27
21-10-2017 kl. 12:30
-
27
21-10-2017 kl. 12:30
-
27
21-10-2017 kl. 12:30
-
27
21-10-2017 kl. 12:30

Kelda: FaroeSoccer