(Savnsmynd)

Endurskapa stemningin á trappuni í kvøld

Ingi Samuelsen

10.10.2016 - 08:57

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Øgilig tingan var aftur og fram á Trappuni í Vágsbotni í morgun. Øll leiðslan hjá býráðnum á Vaglinum var til staðar, sama var leiðslan á Føroya Tele og hjá Fótbóltssambandi Føroyar.

Eisini Rúni og Kári frá Góðan Morgun Føroyar vóru til staðar við opnari mikrofon. Teir høvdu boðað frá eini ”stórari avdúking”, men tað gekk rættiliga long tíð áðrenn teir fingu høvi til at sleppa at fortelja, hvør avdúkingin var.

Tosað varð í telefon, tingast var aftur og fram, og so tók borgarstjórin eina avgerð.

- Jú, vit gera tað her. Ferdugt.

Talan var nevniliga um, at vísa dystin á ovara vølli í Gundadali, har møguleiki er at sita undir taki, og at hava fleiri fólk savnað.

Men tað bar ikki til. Uefa setti krøv til, at um dysturin skuldi vísast so nær við leikvøllin, har dysturin varð spældur, so skuldi tað vera uttan ljóð.

- Nei – tað ber ikki til, vóru Heðin Mortensen, Jan Ziskasen og Christian Andreasen samdir um.

Tí verður tiltakið við trappuna í Vágsbotni.

- Vit vilja endurskapa stemningin frá EM-dystunum í summar. Trýstið eftir atgongumerkjum hevur verið øgiligt. Nú kunnu fólk koma her oman ístaðin, og sostatt merkja eitt sindur av góða stemninginum á Tórsvølli, søgdu Virgar Hvidbro, FSF-aðalskrivari og Jan Ziskason telestjóri við Góðan Morgun Føroyar.

Dysturin í kvøld byrjar klokkan 19.45.