Marius F. Joensen

English Skeet: Marius nummar sjey

Ingi Samuelsen

02.07.2015 - 16:56

Ítróttur > Ítróttur > Skjóting

Tað eydnaðist ikki føroyingunum at gera seg galdandi í skjótikappingini, sum kallast english skeet.

Kappingin koyrdi í gjár og í dag, og Marius F. Joensen, sum vann gull í olympic skeet, gjørdist akkurát ov stuttur til at koma millum teir seks, sum sluppu víðari at avgera heiðursmerkjabýtið.

Marius gjørdist nummar sjey við 117 dúgvum av 125, meðan Sámal Debes gjørdist nummar 22.

Hinir báðir føroysku høglbyrsuskjúttarnir, Finn Ludvig og Alex Johannessen, kappaðust í gjár í liðkappingini í universal trap. Teir endaðu á sjeynda plássi av 16.