Myndin er av jarnbreytarstøðini í Volgograd, sum var rakt av eini yvirgangsatsókn í gjár.

Enn ein bumbuatsókn í Volgograd



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Kaj Joensen

30.12.2013 - 12:19

Tíðindi > Uttanlands > Vanlukkur

Í morgun hevur enn ein bumbuatsókn verið í russiska býnum Volgograd. Í minsta lagið 10 fólk í einum sporvogni eru deyð, skrivar Jyllands-Posten.

Mynduleikarnir halda, at talan er um ein sjálvmorðsbumbumann sum stendur aftanfyri atsóknina.

-Eini 10 fólk eru deyð, og onnur 10 eru løstaði ísamband eina spreinging í einum sporvogni í morgun, sigur ein kelda í russiska innanríkisráðnum við tíðindastovuna Interfax.

Í gjár mistu í minsta lagið 17 persónar lívið í eini yvirgangsatsókn á jarnbreytarstøðini í Volgograd.

Volgograd, ið er ein ídnaðarbýur við umleið einari millión íbúgvum, liggur umleið 700 kilometrar norðanfyri Sotsji, har Russland skal vera vertur fyri olympisku vetrarleikunum 7.-23. februar 2014. Býirnir eru í sama øki í Russlandi, har nógvur ófriður hevur verið í nógv ár. Sotsji liggur við fótin av Kakasusfjøllunum, ikki langt frá ófriðarligu økjunum Dagestan, Ingusjetia og Tjetjenia.

Í samband við vetrarleikirnar óttast russiskir myndugleikar at víðgongdir bólkar fara at fremja yvirgang bæði áðrenn og undir olympisku leikunum.