Enn ein føroyingur við í Ísland got talent

Sverri Egholm

02.03.2015 - 03:51

Mentan > Tónleikur > Tónleikakappingar

21 ára gamla Jórunn Gudmundsen úr Vágum hevur luttikið í upptøkuroyndini í “Ísland got Talent”, sum í hesum døgum verður sent á íslendsku sjónvarpsstøðini “Støð2”.

Jórunn royndi seg við sanginum “Wake Me Up” hjá Avicii og hon fekk 3 ja frá dómarunum og er harvið víðari í talentkappingini.

Aðrir føroyingar eru eisini við í “Ísland got Talent”. Kitty Madsen royndi seg í síðstu viku og hon fekk sera føgur orð frá dómarunum.

Hoyr upptøkuroyndina hjá Jórunn her