(Mynd: EPA)

Enn ein maður handtikin í Manchester

Ingi Samuelsen

26.05.2017 - 06:58

Tíðindi > Uttanlands - Yvirgangur

Løgreglan í Manchester hevur handtikið enn ein persón í sambandi við kanningina av bumbuálopinum mánakvøldið. Tað upplýsir løgreglan í morgun, sambært Reuters.

Talan er um tann tíggjunda persónin, ið er handtikin í málinum. Fyrr eru tveir persónar, ein maður og ein kvinna, leyslatin aftur, so í løtuni eru átta fólk handtikin.

Seinasta handtøkan hendi í Moss Side, ið liggur tríggjar kilometrar frá miðbýnum í Manchester.

Hósnáttina upplýsti løgreglan í Greater Manchester at tey høvdu gjørt eina ”kontrolleraða spreinging” í sambandi við eina húsarannsókn í Moss Side.

22 fókk doyðu, tá ein sjálvmorðsbumbumaður loysti eina bumbu av í Manchester Arena beint eftir eina konsert við 21.000 áhoyrarum.

Løgreglan hevur eyðmerkt mannin, ið er føddur í Onglandi av libyskum innflytarum. Seinni eru pápin og ein beiggi handtiknir í libyska høvuðsstaðnum Tripoli.