Eins og fyri ellivu døgum síðani, so var stór frøi á Liberty Stadium í kvøld, tá Swansea fekk try stig afturat.
(Mynd: EPA)

Enn ein sigur til Swansea

Agnar Frederiksen

10.02.2018 - 18:23

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Fýra dystir í Premier League byrjaðu kl.15.00

Everton og West Ham fingu umráðandi sigrar. Men tað var serliga Swansea, ið hevði sterkan tørv á teimum trimum stigunum, ið liðið vann sær í dag. Seinastu tveir heimadytirnar hevur liðið úr Wales vunnið á ávíkavist Liverpool og Arsenal, og í dag vann Swansea 1-0 á Burnley. Ki Sung-Yong skoraði einsamalla málið, tá tíggju minuttir restaðu í. Swansea er nú leyst av niðuflytingarstrikuni.

Stoke fekk bert eitt stig á heimavølli ímóti uppflytaranum Brighton, og er harvið enn undir niðurflytingarstrikuni.


Everton – Crystal Palace 3-1

Stoke City – Brighton & Hove Albion 1-1

Swansea City – Burnley 1-0

West Ham United – Watford 2-0

Fyrr í dag vann Tottenham 1-0 á Arsenal í "North London Derby". Harry Kane gjørdist matchvinnari fyri heimaliðið á Wembley.

Í løtuni spælir oddaliðið, Manchester City ímóti Leicester á Etihad. Har er halvleikur, og støðan er 1-1. Raheem Sterling legði oddaliðið á odda beinavegin, men í 24.minutti javnaði Jaime Vardy.



beint nú