(Mynd: EPA)

Enn ein skjálvti í Italia í morgun

Niels Petersen

30.10.2016 - 11:38

Tíðindi > Uttanlands > Vanlukkur

Stutt fyri klokkan 08 í morgun varð Italia rakt av enn einum ógvusligum jarðskjálvta. Skjálvtin hevði styrkina 6,6 á Richter skalanum, og hóast episentrið var 150 kilometrar í ein landnyrðing úr Rom, so føldist skjálvtin eisini í høvuðsstaðnum, skriva lokal tíðindabløð.
 
Tíðindablaðið, Corriere della Sera skrivar millum annað, at tað av fyrstan tíð var roknað við at styrkin var á 7,1 á Richter skalanum, men tað er seinni staðfest, at styrkin bert var 6,6.

Italskir myndugleikar søgdu millum annað fyri tíðindastovuni, Reuters, at hópin av bygningum eru rapaðir, og heil økir eru løgd í oyði. Men at tað enn ikki eru komnar fráboðanir um at nakran persónsskaða.

Jarðskjálvtin rakti 68 kilometrar eystanfyri Perugia í Preci økinum. Tað er umleið 150 kilometrar í ein landnyrðing úr Rom.

- Tað var klokkan 07:41 at ógvusligi jarðskjálvtin byrjaði, og jørðin skalv í fleiri sekundir, Corriere della Sera.

Skjálvtin føldist allastaðni í Miðitalia og heilt norður til syðra partin av Tyrol.

Italska tíðindablaðið hevur roynt at fingið kontakt við økini, sum eru serliga hart rakt, men hetta hevur ikki gingið so væl.

- Alt er rapað. Eg síggi roykskýggj. Hetta er ein katastrofa, sigur borgarstjórin í Ussita, ið liggur tætt við episentrið.

Mikudagin bleiv Italia eisini rakt av einum jarðskjálvta. Hesin var á 6,4 á Richter skalanum.

Og í summar rakti ein so ógvusligur skjálvti eisini í sama økinum sum í morgun, og tá lótu umleið 300 menniskju lív, umframt at hópin av fólki flýddu úr økinum. So fleiri av bygdunum lógu manntómar, tá skjálvtin rakti í morgun.