Enn ein teknifilmur til føroysk børn



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Tíðindaskriv

17.04.2017 - 13:22

Mentan > Mentan > Barna- og ungdómsmentan

Føroyska felagið sp/f Tatanka, sum í februar gav út tríggjar nýggjar føroyskar teknifilmar, sum serliga eru ætlaðir smærri børnum, hevur í dag almannakunngjørt enn ein teknifilm.

Hesaferð er talan um teknifilm til sangin ”Hjólini á bussinum mala runt, runt, runt”, ið er ein leyslig týðing og føroysk útgáva av vælkenda enska sanginum ”The Wheels on the Bus”, sum er vælkendur fyri flestu smábørn.

Eins og við teimum fyrstu trimum teknifilmunum, er ætlanin við hesum fjórða teknifilmunum tann, at veðrurin Stúti, lundin Flaksi og haran Fima, og nú eisini tarvurin Tatanka og tjaldrið Klippa, kunnu verða eitt íkast til føroysk børn at læra føroyska málið við hjálp av sangum og ymsum ramsum.

Nógv føroysk børn eru von við at síggja slíkar teknifilmar á enskum og øðrum útlendskum málum á internetinum. Og tað er ikki óvanligt, at sjálvt smá føroysk børn duga bæði bókstavir, tøl og sangir á t.d. enskum.

- Vit almannakunngjørdu tríggjar nýggjar filmar í februar, og móttøkan var sera góð og jalig. Vit hava tí hug at arbeiða víðari við hesum, og nú er so tann fjórði filmurin liðugur. Væntandi koma onkrir filmar afturat í ár, sigur stigtakarin til hesar teknifilmarnar, Sigfríður á Plógv Hansen, sum er eigari og stjóri í felagnum handan filmarnar.

Hesin filmurin, sum nú er almannakunngjørdur, er eins og teir tríggir fyrstu filmarnir ókeypis og kann síggjast á YouTube.