(Mynd: EPA)

Enn ein týskur spurtsigur

Ingi Samuelsen

08.07.2015 - 17:23

Ítróttur > Ítróttur > Súkkling

Týski súkklarin Andre Greipel, hevur nú vunnið tveir sigrar í Tour de France súkklukappingini.

Fimti teinur varð avgjørdur við einum hópspurti í Amiens í dag, og vinnarin gjørdi spurtserfrøðingurin í grønu troyggjuni, Andre Greipel, sum súkklar fyri felagið Lotto-Soudal. Hann vann eisini annan teinin í kappingini sunnudagin.

Við sigrinum í dag framman fyri Peter Sagan og Mark Cavendish, økti Greipel eisini um leiðsluna í kappingini um at grønu stiga-troyggjuna fyri spurtarar.

Gula leiðslutroyggjan hongur framvegis á týskaranum Tony Martin frá Etixx-Quick Step, sum vann sær hana í gjár. Tony Martin kom í mál við somu tíð, sum vinnandi landsmaðurin.

Í morgin bjóðar Tour de France upp á enn ein flatan tein í Norðurfraklandi, úr Abbeville til Le Havre.