(Mynd: EPA)

Enn ein yvirgangsatsókn í Spania í nátt

Ingi Samuelsen

18.08.2017 - 06:49

Tíðindi > Uttanlands - Yvirgangur

Spanska løgreglan hevur í nátt skotið og dripið fimm fólk, sum eru undir illgruna fyri at vera yvirgangsfólk. Tað hendi í býnum Cambrils eftir enn eina álopsroynd, har sjey fólk eru særd, skriva spanskir miðlar. Cambrils liggur um 100 kilometrar sunnan fyri Barcelona.

Álopsfólkini høvdu eftir øllum at døma ætlanir um at endurtaka álopið í Barcelona við at koyra ein Audi A3 inn í gongufólk á einum spákingarvegi við havnina – havnapromenadu, skrivar Danmarks Radio.

Løgreglan arbeiðir við, at samband er millum álopið í Barcelona og hesa hendingina í Cambrils.

Tey fýra vórðu dripin í skotbardaga í Cambrils, meðan ein varð særdur og handtikin av løgregluni. Fimti álopsmaðurin doyði tó av sárunum seinni um náttina, upplýsir katalanska løgreglan.

Boðini komu eftir at Barcelona í gjár varð raktur av einum yvirgangsálopi á La Rambla gongugøtuni, har nógv fólk vóru savnað. 13 fólk doyðu.

Sambært RTVE bóru yvirgangsfólkini í Cambrils í nátt møguliga bumbubelti. Løgreglan váttaði seinni, at bumbuserfrøðingar vórðu tilkallaðir fyri at fremja eina kontrolleraða spreinging.

Sambært RTVE hava sjey fólk fingið skaða – tvey teirra álvarsliga. Talan er um sivilfólk og eitt løgreglufólk, skrivar Reuters.