Mynd: Hagstova Føroya

Enn einaferð er vøksturin størstur í Eysturoynni



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ari av Rana

13.06.2018 - 13:31

Tíðindi > Fólkatal

Nýggjastu tølini hjá Hagstovu Føroya vísa eina góða framgongd í fólkavøksturinum. Tølini eru tó ikki eins góð fyri alt landið, har øll økini ikki ganga fram.

Landafrøðiliga var fólkavøkstur í øllum sýslum uttan Sandoyar. Lutfalsliga var nógv størsti vøksturin í Eysturoyar sýslu við 2,3%, har av serliga í Nes og Sjóvar kommunum við 4-5%.

Næst eftir Eysturoyar sýslu er lutfalsliga størsti vøksturin í Streymoyarøkinum uttan fyri Tórshavnarøkið við 1,8%. Síðan kemur Vága sýsla við 1,6% eins og miðal fyri landið, meðan Norðoya sýsla og Tórshavnarøkið við 1,5% hvør vóru beint niðanfyri. So er eitt lop niður til Suðuroy við 0,6%, tað eru 26 fólk, og beinleiðis minking er í Sandoyar sýslu við 0,4%, tað eru 5 fólk.

Lutfalsliga er størsti vøkstur í nøkrum av smærri og miðalstóru kommunum
Kommunurnar eru so ógviliga ymiskar í stødd, so ringt er at gera samanberingar. Tær størstu kommunurnar veksa mest í tali. Lutfalsliga liggja bæði Tórshavnar og Runavíkar kommunur ájavnt við landsmiðal á 1,6%, meðan Klaksvíkar kommuna er nakað niðanfyri við 1,4%. Av stóru kommununum er tað bara Tvøroyrar kommuna, har fólkatalið stendur í stað ella minkar eitt vet.

Í nøkrum miðalstórum og smærri kommunum er vøksturin væl oman fyri landsmiðal, so sum Nes kommuna (4,7%), Sjóvar kommuna (4,4%), Eiðis (4,1%), Hvannasunds (2,7%), Sunda (2,1%), Skopun (2,0%) og Sørvágs og Vestmanna kommunur (1,8% hvør).

Av smáu kommununum er størsti vøkstur í Kunoyar (10,8%), Porkeris (7,1) og Sumbiar (4,6%) kommunum.

Hinvegin var størsta minkingin lutfalsliga í Fugloyar, Húsavíkar, Fámjins, Skálavíkar og Hvalbiar kommunum.

Samanumtikið er vøkstur í 19 kommunum, óbroytt í 3 og minking í 7.

Av oyggjunum er bara minking í Sandoy, Svínoy og Fugloy
Verður hugt eftir gongdini í einstøku oyggjunum, er munandi fólkavøkstur í øllum teim stóru oyggjunum, tó heldur minni vøkstur í Suðuroy og ein lítil minking í Sandoy.

Á flestu útoyggjum er fólkatalið so at siga óbroytt, so sum Kalsoy, Hestoy, Skúvoy, Mykinesi og Stóra Dímun, meðan tað er minkandi fólkatal í Fugloy og Svínoy. Á útoyggjum eru tað sum heild sera smá tøl, ið ofta skifta ymiskan veg.