Enn eitt bogaskjótigull til Føroyar

Ingi Samuelsen

02.07.2015 - 14:19

Ítróttur > Ítróttur > Bogaskjóting

Føroyar hava í dag vunnið enn eitt gull í bogaskjóting. Tað var liðið í compound, sum vann gull í head-to-head kappingini í dag.

Á compoundliðnum er gullvinnarin frá í gjár, Jógvan Niclasen, umframt Albert E. Dam, Kaj Johannessen, Anja Johansen og Sigrid K. Vang.

Í finaluni møtti Føroyar Jersey og vunnu trygt 216 móti 207. Í hálvfinaluni vunnu vit 211-198 móti Manoy. Føroyar slapp sum sterkast mett lið beinleiðis í fjórðingsfinaluna.