(Mynd: Ritzau)

Enn eitt kongaligt brúdleyp í Bretlandi í 2018

Ari av Rana

22.01.2018 - 12:16

Mentan > Uttanlands > Annað

Brúdleypið, sum fær mest uppmerksemi í 2018, verður uttan iva tað hjá bretska prins Harry og Meghan Markle. Tey skulu giftast 19. mai.

Men tað verður ikki einasta kongaliga brúdleypið í Bretlandi í ár. Í dag skriva fleiri altjóða miðlar, at ommudóttir Elisabeth, 27 ára gamla prinsessa Eugenie, skal giftast í heyst.

Eugenie er dóttur Andrew og hertugafrú Sarah, sum betri er kend sum Fergie.

Brúdleypið hjá Eugenie og sjeikinium Jack Brooksbank, verður hildið í Sankta George’s Chapel í Windsor slottinum, skrivar TV2. Hetta er sama stað, sum prins Harry og Meghan Markle verða gift.