Enn eitt Maersk frálandsskip á Vág



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Jan Müller

29.03.2017 - 12:06

Oljan >

Í farnu viku kom Maersk Launcher á Vág, og leygardagin kemur systurskipið Maersk Lancer eisini á Vág.

Maersk Lancer fór tíðliga í morgun úr Montrose, sum er nakað sunnanfyri Aberdeen, og er kósin sett á Vág.

Maersk Lancer og Maersk Launcher koma at liggja á Vági til miðjan apríl, tá leiðin gongur vesturyvir ímóti Kanada, har skipini skulu verða supply skip í samband við oljuboring.

Maersk Lancer og Maersk Launcher eru bæði skip, sum veita sertænastur til oljuboripallar, bæði sum ankar-haldarar, tóvarar og ymiskt annað innan supply.
Skipini eru bæði er 90,3 m long og 23,0 m. berið, og hava koyggjur til 66 fólk.

Eins og umborð á Maersk Launcher, so eru yvirmenninar við Maersk Lancer føroyingar.

Faroe Ship er agentur hjá Maersk Lancer eisini

Myndin er av Maersk Lancer við bryggju í Teesside í Onglandi.