Mynd: Youtube

- Enn eitt stórt listafólk farið frá okkum



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Jens Hákun Leo

26.12.2016 - 08:51

Mentan > Mentan > Tónleikur

Nú kendi sangarin, og fyrrverandi limurin í Wham, George Michael er deyður, einans 53 ára gamal, er tónleikaheimurin í stórari sorg.

Andrew Ridgeley, sum var hin limurin í Wham, er hjartabrotin um deyðan hjá George Michael og segði á Twitter í einari seinastu heilsan til vin sín ígjøgnum nógv ár, at...

- Eg, hansara nærmastu, hansara vinir, tónleikaheimurin og heimurin sum heild fara altíð at elska teg.

Madonna er eisini skelkað og samstundis ill inn á árið 2016, sum hevur verið árið, har nógvir kendir tónleikarar, harundir millum annað David Bowie, Prince og Leonard Cohen, eru deyðir.

Á Instagram segði hon á soljóðandi hátt til minnis um George Michael:

- Farvæl, mín kæri vinur. Enn eitt stórt listafólk er farið frá okkum. Mátti 2016 nú farið av tramanum til.

Og Elton John, sum sang ”Dont let the sun go down on me” saman við George Michael, syrgir eisini í dag:

- Eg eri stórliga skelkaður. Eg havi mist ein vin, sum var mær kærur.

Hittini hjá George Michael – og Wham - eru mong í tali. Harav man eitt av hansara kendastu hittum vera ”Freedom” frá 1990. 

Sí live-framførslu omanfyri, har George Michael framførir ”Freedom”. Framførslan er frá 1991.

George Michael, sum var onglendingur, gav út fimm fløgur undir egnum navni og tríggjar við Wham.