Enn eitt tap við átta málum

Agnar Frederiksen

12.01.2018 - 17:23

Ítróttur > Ítróttur > Hondbóltur

Tað var eitt lið við stoltari hondbóltssøgu, ið Føroyar hittu í Bolzano í dag. Rumenia er fýrafaldur heimsmeistari, og hóast landið ikki hevur verið millum tey heilt sterku liðini seinastu árini, so var Rumenia ein ov stórur biti fyri føroyingar. Tað endaði við 28-20 sigri til Rumenia.

Rumenia vann 34-24 á italsku vertunum í gjárkvøldið. Føroyska liðið kom frá einum átta-máls tapið fyri Ukraina, har tað tó vóru fleiri positiv ting at taka við.

Føroyar byrjaðu við Niklasi Simonsen í málinum, Róki Akralíð á stikuni, Niklasi Selvig á høgra vongi, Peter Krogh á høgra bakki, Jónasi G. Djurhuus sum spælskipara(hann og Selvig býtti um pláss í verjustøðu), Hans Eli Sigurbjørnsson  á vinstra bakki( Fríði Weyhe kom inn í verjuni), og Sjúrði Olsen á vinstra vongi. Sum dysurin leið so fingu flestu leikararnir rímiliga nógva spælitíð. Millum annað var Sigmundur Nolsøe ofta inni sum annar av strikuleikarunum í álopinum, tá Føroyar spældu 7 ímóti 6. Føroyska liðið var uttan Helga Hoydal, ið fekk skaða í dystinum í gjár. Tað er nú staðfest, at talan er um eitt brot í fótinum, ið heldur hoyvíkingum úti í tveir mánaðir. Fríði Weyhe fór út við skaða í dystinum í dag. Tað er ikki greitt hvussu álvarsamur skaðin er.

Føroyingar royndu seg við einari meira offensivari verju enn í gjár. Hetta eydnaðist til tíðir væl, men til tíðir skrædnaði tað eisini ordliga. Føroyska verjuspælið var generelt meira aggresivt enn í gjár, men rumensku bakspælararnir skutu sera væl. Tað hjálpti tó føroysku verjuni væl, at Niklas Simonsen fekk fatur á fleiri skotum í málinum. Í gjár flugu bóltarnir framvið føroysku málverjarnar í heilum, men í dag byrjaði Niklas væl við fleiri góðum bjargingum. Tá Ári Dam kom inn til seinasta korterið, so hevði málverjin úr H71 eisini nakrar góðar bjarginar.

Í álopinum spældu Føroyar ofta 7 ímóti 6, og tað vóru heilt víst jalig ting at síggja har, men heildarmyndin var, at føroysku leikararnir brendu alt ov illa uppá upplagdar málmøguleikar. Rumenska verjan var sera sterk fysiskt, og málverjin leikti ein góðan dyst; so góðan dyst at hann varð valdur til dagsins leikara eftir dystin. Men um føroyska liðið skal gera sær vónir um at fáa stig ímóti Itala, er neyðugt at vera meira kyniskir frammanfyri málinum

Um dystargongdina er at siga, at Føroyar byrjaðu rímiliga væl, og ígjøgnum 1.hálvleik var einki sum bendi á, at Føroyar fóru at renna seg í eitt stórtap. Tá smáir tíggju minuttir vóru eftir av fyrra hálvleiki var munurin bert eitt mál. Men Rumenia økti skjótt aftur um leiðsluna, eftir eina sera góða løtu hjá føroyska liðnum. Í hálvleikinum var støðan 15-10 til Rumenia, og føroyingar komu ongantíð av álvara tættari enn tað. Tað sást, at venjararnir høvdu dystin í morgin í huga, sum dysturin leið. Orkan er greitt ein faktorur, tá dystirnir eru so tættir. 

Peter Krogh fekk skjótt tvær útvísingar, og hóast hann so at siga ikki spældi bæði í álopi og verju eftir hetta, so fekk hann triðju útvísinginia og harvið reytt kort í 52.minutti. Hann hevur tó ikki leiklut í morgin.

Føroyar taptu harvið aftur við átta málum. Aftur var einki at seta finurin á viðvíkjandi innsatsi, og nú er spenningurin stórur undna dystinum í annakvøld ímóti vertunum.  

Føroyar - Rumenia 20-18(10-15)

Føroyskir málskjúttar:

Jónas G Djurhuus 3
Niklas Selvig 3(1)
Peter Krogh 3
Sjúrður Olsen 3
Hans Eli Sigurbjørnsson 2
Hilmar Leon Jakobsen 2
Kjartan Johansen 2
Sámal á Tjaldrafløtti Olsen 1
Sigmundur Nolsøe 1