Enn fleiri handikin í London

Ingi Samuelsen

05.06.2017 - 07:55

Tíðindi > Uttanlands - Yvirgangur

Løgreglan í London hevur í morgun gjørt rannsókn á tveimum bústøðum í eystara parti av London í kanningini av yvirgangsálopinum leygardagin, sum kostaði sjey mannalív og 48 særd.

”Eitt ávist tal av persónum” er eru handtikin, upplýsir løgreglan fyri BBC og Sky News. Kanningarnar av bústøðunum í Newham og Barking hildu fram eftir handtøkurnar, skrivar dr.dk.

Í gjárkvøldið fór løgreglan inn í fýra ognir í somu býarpørtum í eystara parti av London, upplýsti antiyvirgangsdeildin hjá løgregluni.

Eygnavitni siga sambært Sky News og The Guardian, at tey hoyrdu brak og skot í sambandi við húsarannsóknirnar í morgun.

Frammanundan eru 12 persónar handtiknir. Ein 55 ára gamal maður er tó leyslatin aftur uttan skuldseting. Sambært løgregluni eru tey handtiknu sjey kvinnnur og fýra menn í aldrinum 19 til 60 ár.

Theresa May, forsætisráðharri hevur í morgun kallað inn til snarfund í trygdarnevndini um álopið á bretska høvuðsstaðin, skrivar Reuters.

Seint leygarkvøldið koyrdu tríggir menn í einum hvítum vøruvogni inn í eina mannamúgvu á London Bridge.

Síðan koyrdi vøruvognurin til Borough Market har nærhendis, eitt øki við nógvum skeinkistøðum og diskotekum. Her lupu tríggir menn út og fóru at stinga tilvildarlig fólk niður á matstovum og barrum í økinum. Átta minuttir eftir fyrstu fráboðanina til løgregluna, skutu átta løgreglumenn teir tríggjar álopsmenninar.

Løgreglan hevur enn ikki avdúkað samleikan hjá gerningsmonnunum. Tað hendir skjótast gjørligt, segði løgreglan í fráboðan í gjárkvøldið.

Í gjárkvøldið boðaði Islamiskur Statur, IS, frá, at felagsskapurin tekur ábyrgdina fyri álopið.