Soleiðis sær heimasíðan nordlysid.fo út seinnapartin (Skíggjamynd)

Enn meira rumbul um Bjarna Hammer

Sverri Egholm

06.03.2018 - 15:27

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Miðlar

Málið um at Bjarni Hammer, løgtingslimur, býráðslimur og løgreglumaður, skal hava sagt seg kunna skaffa hassj til ungar kvinnur hevur veruliga tikið seg uppaftur, eftir at tað fyrstu ferð kom fram sum leysasøga síðst í februar.

Norðlýsið um samansvørjing
Flestu miðlar í Føroyum hava skrivað um málið, men Norðlýsið skrivaði um málið fyri fyrstu ferð í gjár við yvirskriftini “Bjarni Hammer offur í eini samansvørjing?”. Lokalblaðið sigur, at samskiftið er komið undan kavi, sum knýtir málið um Bjarna Hammer saman við arbeiði at finna semju um fiskivinnunýskipanina í fjør.

- Hetta samskifti, sum nú er komið undan kavi knýtir persónar, sum standa aftanfyri miðlasøguna saman við persónum kring politisku skipanini í eina møguliga samansvørjing, sum hevur havt til endamáls at gera eitt ”set up” fyri at fella Bjarna Hammer, skrivaði blaðið uttan tó at leggja nakra dokumentatión fram.

Svartasta lygn
Í morgun sendi vinmaður Bjarna, sum helt nógv umrødda 40 ára føðingardagin, eitt skriv til miðlarnar. Hann avsannaði, at nýtsla ella søla av rúsevni skuldi vera farin fram í hansara heimi hetta kvøldi.

- Hatta er tann svartasta lygn! Ódámliga viðgerðin av vinmanninum luktar langan veg av einari samansvørjing, hvørs endamál er at hundsdálka Bjarna Hammer og fáa hann burtur úr føroyskum politikki, kosta hvat tað kosta vil, skrivar Bogi Hentze, vinmaður Bjarna Hammer.

Unga Tjóðveldi
Um middagsleitið brast Norðlýsið eina bumbu. Sambært elektroniskum samskifti, sum blaðið sigur seg vera “vitandi um”, skal ein av nevndarlimunum í Unga Tjóðveldi vera blivin so uppøstur av politisku støðuni í november, at hann hevur tikið upp samskifti við ein fyrrverandi nevndarlim í ungmannafelagnum hjá Framsókn, um at steðga Bjarna Hammer.

- Tær báðar leita sær síðani til Barbaru Holm, blaðstjóri á Sosialinum, sum eisini er fyrrverandi forkvinna í unga Tjóðveldi, sum kontaktar løgregluna, skrivar Norðlýsið.

Tó tykist tað ógvuliga ógreitt hvørja dokumentatión Norðlýsið hevur fyri hesum uppáhaldinum. Blaðið sigur seg vera vitandi um elektroniskt samskifti.