Mynd: Arktisk Kommando/GEUS

Enn vandi fyri omanlopi við Nuugaatsiaq

Steinar Patursson

05.07.2017 - 16:57

Tíðindi > Uttanlands > Vanlukkur

Vandi er fyri einum omanlopi aftrat í Karrafirðinum, har eitt omanlop 17. juni elvdi til vatnflóð, ið skolaði inn yvir Nuugaatsiaq og kostaði fýra fólkum lívið.

Hildið verður nú, at øll líðin er rættiliga óstabil, og ítøkiliga verður mett, at tvey øki eru í vanda fyri at rapa. Kunnleiki var til annað økið frammaundan, men nú er eisini eitt nýtt øki nærri Nuugaatsiaq frámerkt, ið serliga er í vanda fyri at rapa.

Tað eru Asiaq og GEUS, ið hava kannað fylgisveinamyndir av økinum, og staðfestast kann, at smærri omanlop hava verið á júst teimum báðum økjunum, skrivar Sermitsiaq.

Tað er tó ikki so lætt at siga, júst hvussu stórt nýggja vandaøkið er, men at síggja til er tað størri enn tað økið, ið elvdi til flóðalduna, og tað er eisini ein av orsøkunum til, at fólk ikki verða flutt aftur til Nuugaatsiaq og Illorsuit enn, sigur Bo Naamansen frá Asiaq við Sermitisiaq.

Hóast sjálvt økið á líðini kann vera størri enn tað økið, ið fór í seinasta omanlopi, so er torført at siga, um hvørt rúmmátið av grótinum verður størri.