Savnsmynd: Sverri Egholm

Enniberg fer nýggjan túr í dag



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Kiran Jóanesarson

23.01.2018 - 08:14

> Tíðindi > Føroyar

Flakatrolarin Enniberg, sum hevur ligið á Havnini seinastu vikurnar, fer nú aftur til fiskiskap.

Manningin hevur fingið boð um at mynstrað verður klokkan 10 í morgun.

Seinastu tíðina hevur Enniberg reinsað motorin, og hetta hevur tikið sína tíð, men nú er arbeiðið liðugt, og skipið er klárt at fara aftur til fiskiskap.

Enniberg fer allarhelst í norska partin av Barentshavinum, har hini føroysku skipini eisini fiska í løtuni.

Akraberg fór til fiskiskap aftur fyrst í januar, og Sjúrðarberg og Gadus loystu ávikavist 11. januar og 17. januar.