Savnsmynd (Mynd: Jens Kr. Vang)

Enniberg nýggjan túr við sløktum vakmyndatólum

Sverri Egholm

20.03.2018 - 23:18

Tíðindi > Vinna & Tøkni > Fiskivinna

Mest umrøddi trolarin seinastu dagarnar, Enniberg, loysti í kvøld, og er nú á veg í Barentshavið.

Men tað var altso við sløktum vakmyndatólum umborð, at Enniberg fór avstað. Tað hevur Dátueftirlitið fingið skrivliga váttað frá reiðarínum.

Sunnukvøldið sendi ein av manningini, sum undirskrivaði seg “Ein av gott 40 monnum, ið eru undir eftirliti hjá P/F Ennibergi“, bræv út til miðlarnar, har hann greiddi frá, at vakmyndatól var sett upp umborð uttan at manningin varð kunnað um hetta.

Reiðarin Kaj Johannsen sigur við Kringvarpið, at bara skiparin og stýrimenn síggja upptøkurnar, og tær verða ikki goymdar, men at neyðugu loyvini skulu fáast uppá pláss.