Liverpool kundi fegnast um heili sjey mál í Slovenia í kvøld.

(Mynd: EPA)

Ensku liðini eru framvegis ósigrað

Agnar Frederiksen

17.10.2017 - 21:07

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Einki av teimum fimm ensku liðunum hevur tapt í Champions League higartil í ár. Í kvøld fingu øll sera góð úrslit. Liverpool vann sannførandi risasigur í Slovenia, City vann oddadystin í bólkinum ímóti oddaliðnum í Serie A, og Tottenham fekk javnleik í Madrid.

Lagt varð upp til nakrar spennandi dystir í kvøld. Á Santiago Bernabeu legði Tottenham seg á odda eftir lítlan hálvan tíma. Talan var um sjálvmál. Stutt fyri steðgin javnaði Cristiano Ronaldo fyri Real við brotssparki. Tað kom einki mál í 2.hálvleiki, og sostatt eitt sera gott úrslit fyri Tottenham, ið tók stig á heimavøllinum hjá liðnum, sum hevur vunnið kappingina seinastu tvey árini. Samstundis snávaði  Dortmund á Kýpros, og í løtuni er nógv sum bendir á, at Tottenham og Real fara víðari úr bólki H.

Í Slovenia lat Liverpool ongan iva verða um, hvat betra liðið var. Liverpool vann heili 7-0 á Maribor. Salah og Firmino skoraðu tvey mál í part. Coutinho, Alexander-Arnold skoraði eisini og so fekk Oxlade-Chamberlain sítt fyrsta mál fyri felagið. Eftir tveir javnleikir var tað umráðandi fyri Liverpool at fáa trý stig í kvøld. Í hinum dystinum í bólkinum var eisini málveistla. Spartak Moskva vann sannførandi 5-1 heima ímóti Sevilla.

Á Etihad helt góða gongdin hjá City fram. Oddaliðið í Premier League vann 2-1 á Napoli. Áðrenn eitt korter var farið var longu 2-0. Raheem Sterling og Gabriel Jesus skoraðu málini fyri City. Napoli misnýtti eitt brotsspark fyri steðgin, men tá eitt stórt korter var eftir skoraði útiliðið uppá brotsspark. City hevur nú fult stigatal, meðan Napoli er kroyst í bólki F.

Tað sær út til, at positiva yviraskilsi í Champions League í fjør, Monaco, er í stórum trupuleikum. Í dag tapti Monaco 2-1 á heimavølli ímóti Besiktas, ið er flúgvandi.   


Bólkur E:

NK Maribor – Liverpool 0-7
Spartak Moskva – Sevilla 5-1

Liverpool 5
Spartak Moskva 5
Sevilla 4
NK Maribor 1

Bólkur F:

Feyenoord - Shaktar Donetsk 1-2
Manchester City – Napoli 2-1

Manchester City 9
Shaktar Donetsk 6
Napoli 3
Feyernord 0

Bólkur G:

Monaco – Besiktas 1-2
RB Leipzig – FC Porto 3-2

Besiktas 9
RB Leipzig 4
FC Porto 3
Monaco 1

Bólkur H:

Apoel Nicosia – Borussia Dortmund 1-1
Real Madrid – Tottenham 1-1 

Tottenham 7
Real Madrid 7
Borussia Dortmund 1
APOEL 1

Í morgin eru tað liðini í bólkunum A-D, ið skulu í eldin.