Enskur toppdómari til Føroya at leggja lag á

Tíðindaskriv

14.02.2017 - 14:00

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Komandi vikuskifti hava føroysku úrmælingadómararnir seinasta fyrireikingarskeiðið áðrenn kappingarárið. Gestur á skeiðnum verður navnframi David Elleray, sum í nógv ár var ein av leiðandi dómarunum í ensku Premier League.

- Tað er altíð hugaligt, tá so stórar persónligheitir innan døming vilja koma hendan vegin at halda fyrirestrar, so hetta gleða vit okkum sjálvandi til, sigur Lassin Isaksen, dómaraleiðari hjá Fótbóltssambandi Føroya við heimasíðuna hjá FSF.

Frá hósdegnum til sunnudagin fara føroysku úrmælingadómararnir, tað eru teir sum døma í Effo-deildini og í 1. deild hjá monnum, at hava seinasta fyrireikingarskeiðið áðrenn kappingarárið 2017 av álvara verður skotið í gongd.

Á skeiðnum fara dómarar, hjálpardómarar og eygleiðarar at gjøgnumganga tær lógarbroytingar í fótbóltslógini, sum nú koma í gildi í Føryum. Hetta verður gjørt við at gjøgnumganga skrivligt tilfar úr lógbókini, hyggja nærri at video-klippum úr heimligu kappingini, og video-klippum, ið Uefa hevur gjørt. Og tað er serliga í hesum sambandi, at David Elleray fer at luttaka.

Í dag starvast David Elleray sum leiðari fyri Uefa Core, ið er eitt "Talent og Mentor" dómaraskeið hjá Uefa. Fleiri av føroysku dómarunum hava tikið lut á hesum skeiðum, og hava staðið seg ógvuliga væl.

- David Elleray hevur staðið á odda fyri arbeiðinum at umskriva fótbóltslógina, so hon í dag er meira tíðarhóskandi. So hetta er ikki hvør sum helst, ið hesaferð kemur á vitjan, sigur Lassin Ísaksen at enda.

Kelda: fsf.fo