Magni Arge og Carles Puigdemont (Mynd: EPA)

- Er hetta nýggjur holdningur hjá donsku elituni skulu vit gera skjótt av

Sverri Egholm

23.01.2018 - 20:03

Tíðindi > Uttanlands > Politikkur

- Mín fyrsta reaktión var, at eg ikki fekk meg at trúgva tí. Tað kann hon ikki hava sagt.

Tað segði Magni Arge, fólkatingslimur, við Dag & viku í kvøld eftir at hann var spurdur um útsøgnina hjá Marlene Wind, professara í stjórnmálafrøði á Københavns Universitet eftir kjakið í gjár, har Carles Puigdemont luttíók.

Marlene Wind segði við katalanska miðilin VilaWeb, at hon eitt nú heldur, at Føroyar eru ov fátækar at loysa frá Danmark.

- Tað næsta eg hugsaði er, at so var hóast alt vóru hógvarnir komnir undan hjá summum, sum ikki hava so stóra virðing fyri sjálvavgerðarættin hjá føroyingum og grønlendingum - og sum kanska eru so lítið upplýst um hvussu væl vit klára okkum í Føroyum og hvussu lítið heft vit eru av Danmark, segði Magni Arge.

- Um hatta er ein nýggjur holdningur millum donsku elituna, so haldi eg, at vit vita útmerkað hvør kósin hjá Føroyum er, og vit skulu gera skjótt av.

Hann legði tó afturat, at hann ikki hevur upplivað tílíkar útsagnir í danska Fólkatinginum seinastu tvey árini.

Les eisini: Danskur professari: - Føroyar eru ov fátækar at loysa