Birita á Løgmansbø Bláhamar (Skíggjamynd úr Gud signi Føroyar, KVF)

Er tað rætt at prædika helviti fyri børnum?

Sverri Egholm

22.02.2018 - 17:46

Tíðindi > Trúarlív

Hesin spurningurin verður viðgjørdur í øðrum parti av sjónvarpsrøðini Gud signi Føroyar, sum kemur á skíggjan í kvøld.

Ein sentral læra í kristna boðskapinum er læran um ein himmal og eitt helviti eftir hetta lívið. Fyri summi eru hesi hugtøkini myndatala. Fyri onnur eru hesi støðini ítøkilig og verulig.

Men hvussu tosar man við børn og viðbreknar sálir um slík evni? Er tað yvirhøvur rætt? Hetta verður evnið í øðrum parti í sjónvarpsrøðini Gud signi Føroyar.

Prátað verður við Biritu á Løgmansbø Bláhamar, sum er mamma at fýra børnum. Hon hevur ikki góðar royndir av Zarepta, tá hennara 10 ára gamli sonur var á barnalegu.

Síggj brot úr øðrum parti her (kvf.fo)