Týski innanríkismálaráðharrin,Thomas de Maizière, til høgru og Angela Merkel, kanslari í Týsklandi, til vinstru. Mynd: TV2

Er endaliga váttað: Anis var í lastbilinum

Jens Hákun Leo

22.12.2016 - 15:45

Tíðindi > Uttanlands - Yvirgangur

Prógv eru nú funnin, sum staðfesta endaliga, at tann, sum er undir illgruna fyri at hava framt yvirgangsatsónina á einum jólamarknaði í Berlin mánakvøldið, har ið 12 fólk lótu lív, og 48 vórðu særd, var í lastbilinum, sum varð nýttur til at fremja atsóknina.

Hetta váttaði týski innanríkismálaráðharrin, Thomas de Maizière, á einum tíðindafundi, sum hann helt saman við týska kanslaranum, Angelu Merkel, í dag.

Fingramerki eru funnin í lastbilinum, sum samsvara við tey hjá tí 24-ára gamla Anis Amri, og við hesum er illgrunin mótvegis Anis Amri styrktur, skrivar TV2.

- Vit kunnu í dag vátta, at tann, sum er undir illgruna fyri at hava fram yvirgangsálopið, ógvuliga sannlíkt er gerningsmaðurin. Í førarahúsinum eru fingramerki funnin, og onnur prógv eru eisini funnin, segði Thomas de Maizière millum annað í hesum sambandi.

Tað var í gjár, at tað kom fram um tunesiska flóttan Anis Amri, at hann er undir illgruna fyri at hava framt yvirgangsálopið í Berlin mánakvøldið. 

Kring Evropa verður nú av øllum alvi leitað eftir honum, so at hann kann verða stillaður til svars fyri illgrunan, sum nú er rættaður mótvegis honum.

Grein uppdaterað: 17.20 - 22.12.2016