Mynd: Sigmar Mørkøre

Erlendur Magnusson: Fantastiskt at kunna spæla fyri B36

Agnar Frederiksen

05.07.2017 - 13:48

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

B36 fekk, eins og NSÍ, eitt útivallarmál við sær heim í seinastu viku. B36 leikti ein harðan dyst í Estlandi ímóti Nomme Kalje. Havnarmenn vórðu spáddir, at hava ein fínan møguleika at spæla seg víðari, og hóast teir taptu 2-1 í fyrra dystinum, so er møguleikin sannliga enn til staðar. Gundadalur verður karmur um seinna dystin í annakvøld. 

Ein av ungu leikarunum hjá B36, ið veruliga hevur sligið sítt navn fast í ár, er Erlendur Magnusson. Hann sigur soleiðis um, hvat B36 hava lært frá fyrra dystinum, og hvørjar vónirnar eru undan dystinum í morgin:

- Nú hava vit sæð hvussu teir spæla, og tí vita vit, hvat vit kanska skulu gera ørvísi, tá vit spæla heimadystin í morgin. 
Vit hava fyrireika okkum líka væl, sum vit gjørdu til dystin í Estlandi og so eitt sindur afturat, tí vit kenna liðið betri nu. Vit hava góðar vónir um at koma víðari, tí vit hava eitt gott útgangsstøði frá fyrra dystinum, og vit hava leikarararnar, sum kunnu gera tað óvæntaða.

Eftir at hava fingið nakrar minuttir fyri besta liðið í fjør, so hevur Erlednur fingið sítt veruliga gjøgnumbrot í Effodeildini í ár. Hann hevur leikt bæði høgri bakkur og vinstri bakkur, og hevur gjørt tað sera væl. Hann hevur millum annað verið eyðsýndur, tí hann hevur skotið fleiri mál. Erlendur vísur á, at Gundadalur kann veruliga gera munin fyri B36. Bæði graslíki sjálvt, men eisini uttan fyri vøllin:

- Vit hava ein fyrimun í morgin, ti vit hava heimavøll. Vit hava fantastiskar áskoðarar, sum koma at stuðla okkum í morgin. Og so hava vit hava eisini betri møguleika at spæla góðan álopsfótbólt, sum B36 er kent fyri, nú vit spæla á undirlagnum, sum vit eru vanir at spæla á.

Erlendur Magnusson er júst vorðin 19-ára gamal. Hann fekk debut á U21-landsliðnum í Litava í farna mánaði, og fyri stuttum skrivaði hann nýggjan sáttmála við B36, ið er galdandi til endan av 2019. Erlendur fegnast um gjøgnumbrotið og fyri upplivilsi at spæla evropeiskan fótbólt:

- Tað er fantastiskt, at kunna spæla fyri besta liðið hjá B36, ti hetta er tað, sum eg havi viljað og strembað so leingi eftir nú. Høgni Eysturoy gjørdist skaddur tíðliga í ár, og hann er ein fantastiskur leikari. So tað er ein æra, at fáa møguleikan at avloysa hann, og tað er bara deiligt, tá tað gongur væl. Tað er sjálvandi eisini eyka stuttligt at sleppa at spæla Europa League. Tað er avbjóðandi og ørvísi. Millum annað tað at har kennur man ikki mótstøuleikarar og lið líka væl sum í Effodeildini. Vit gleða okkum til í morgin.

Dysturin í Gundadali byrjar kl.18.00.