Eru nú 100 metrar frá rundkoyringini

Ingi Samuelsen

20.11.2017 - 13:51

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Samferðsla

Í farnu viku vóru tilsamans 109 metrar boraðir og sprongdir afturat av Eysturoyartunnlinum. Tilsamans eru nú boraði 2.905 metrar, 1.526 metrar eysturoyarmegin og 1.379 metrar streymoyarmegin.

Eysturoyarmegin eru tey nú komin niður á -70,3 metrar og eru komin so langt út undir Saltnesgrynnuna, at tey nú bert eru um hundrað metrar frá staðnum, har rundkoyringin skal vera, upplýsir tunnilsfelagið á Facebook.

Tá rundkoyringin er borað, verður farið undir at bora bæði upp móti Rókini á Saltnesi og suður móti Hvítanesi.

Streymoyarmegin eru tey nú komin niður á -47,3 metrar, men enn ikki komin út undir Kaldbaksfjørð. Har tunnilin er djúpastur, er hann á -187 metrum.