(savnsmynd)

Eru savnast í Betesda í 100 ár


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Innsent

17.07.2017 - 13:13

Tíðindi > Trúarlív

Í ár eru liðin 100 ár síðan samkoman Betesda í Klaksvík varð stovnað, og og síðani fyrsti salurin, sum eisini bar navnið Betesda, varð tikin í brúk.

Hetta verður feirað við drúgvari hátíðarskrá, sum kemur at fevna um tað mesta av heystinum við seks møtirøðum í september og oktober. Hátíðarhaldið byrjar leygadagin 2. september við einum sokallaðum Betesdadegi.

Nógvar broytingar og nógvur vøkstur hevur verið í Betesda hesi 100 árini. Til dømis kann nevnast, at fyrsta Betesda varð reist í 1917 har bókasavnið er. Í 1928 varð nýggjur salur bygdur, og tá varð hann reistur á núverandi grundina. Í fimmtiárunum varð salurin longdur, og fyrst í sekstiárunum breiðkaður.

Hesin salurin varð tikin niður í mars í 2012 til tess at geva pláss fyri nýggja prýðiliga salinum, sum varð tikin í brúk 15. mars 2014.

Hvat sjálvt innihaldið í hátíðarskránni er, verður boðað frá sum heystið nærkast.

Tíðindaskriv frá Kristiligu Tíðindatænastuni v/Poul Jóhan Djurhuus