ES er við at innføra markaðan barsil til pápar



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Oda Strøm

13.06.2018 - 14:24

Tíðindi > Danmark

Seinastu stjórnirnar í Danmark hava ikki ynskt at innføra markaðan barsil til pápar, tí tað skal vera upp til fólk sjálvi at avgera, hvussu tey innrætta familjulívið best.

Men nú kann tað tó enda við, at Danmark og onnur limalond í ES alíkavæl fáa markaðan barsil til menn.

ES er nevniliga í ferð við at samtykkja eitt direktiv um markaðan barsil til menn, skrivar DR. Danski vinnumálaráðharrin, Troels Lund Poulsen, úr Venstre sigur, at stjórnin berjist ímóti, men sum tað sær út nú, fer ES at samtykkja direktivið.

- Soleiðis sum tað sær út nú, fer ES at avgera, at limalondini skulu innføra markaðan barsil.

- Tað er ein støða, sum vit frá danskari síðu royna at arbeiða ímóti. Vit halda, at tað er eitt nationalt mál. Og vit halda, at tað er eitt familjumál, har tann einstaka familjan skal sleppa at avgera, hvussu tey best innrætta sítt lív, sigur Troels Lund Poulsen við Ritzau.

Ráðharrin leggur afturat, at um markaður barsil verður innførdur í ES, verður allarhelst talan um tveir mánaðar barsil til menn.