Martin Selmayr á fundi í ES-nevndini í gjár (Mynd: EPA)

ES: Øsing um setan av nýggjum ovasta stjóra



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ingi Samuelsen

13.03.2018 - 07:05

Tíðindi > Uttanlands - ES

Tað var rættilig øsing í ES tinginum, tá tað frættist um setanina av nýggjasta aðalstjóranum fyri ES-umsitingina. ES-tingið hevur nú sett eina nevnt at kanna, um allar reglur eru hildnar í sambandi við setanina.

ES-nevndin varð í skundi kallað inn til fundar í gjárkvøldið at viðgera málið í ES-tinginum í Strasbourg.

Orsøkin var, at konservativi týskarin, Martin Selmayr, knappliga varð útnevndur til nýggjan aðalstjóra fyri ES-nevndini. Um morgunin var heiti hansara leiðari fyri umsitingini hjá konservativa ES-nevndarformanninum, Claude Juncker.

Á einum fundi í ES-nevndini í gjár, varð hann tilnevndur, fyrst til varastjóra og fáa minuttir seinni – uttan um vanliga mannagongdir – fluttur í enn hægri starv.

Sum aðalstjóri verður Martin Selmayr ovasti stjóri fyri tey 33.000 starvsfólkini, sum arbeiða undir ES-nevndini

Liberali hollendski politikarin Sophie in’t Veld sigur, at mátin, sum starvssetanin er fram fram uppá oyðileggur trúðvirðið hjá ES sum verandi ein fyrimynd fyri góða almenna fyrisiting.

- Nevndin má velja hvat hevur størri týdning: Starvsleiðin hjá hr. Selmayr ella trúðvirðið hjá ES, sigur Sophie in’t Veld, sambært Ritzau.

Hon var skakað yvir, at 28 ES-nevndarlimir kundu ”snýtast av einum embætismenni”, og kallar tilnevndingina av Salmayr fyri ”eitt álvarsligt mistak, ið má rættast”.

- Tað er ein treyt fyri at vit framyvir skulu stuðla hesi nevndini, sigur hon.

Vreiðin yvir framgangsmátan er galdandi kging allan salin í ES-tinginum. Eisini millum floksfelagarnar hjá Juncker og Selmayr.

- Tað eru ikki embætisfólkini, men borgararnir, sum eiga Evropa, sigur konservativi framsøgumaðurin, Françoise Grossetete úr Fraklandi.

Aðrir ES-tinglimir tosa um eitt kvetti, ið als ikki samsvarar við hørðu krøvini um reiðiligheit, ið ES-nevndin setir Polandi og Ungarn fyri at broyta reglurnar, skrivar Ritzau.