- Esportur veruliga blivin ein partur av føroyska samfelagnum

Sverri Egholm

24.02.2018 - 19:42

Ítróttur > Ítróttur > Esportur

Esportur er vaksandi í Føroyum. Tað sigur Rúni Winther Johnsen, sum stendur aftanfyri heimasíðuna esport.fo og skipar fyri tiltøkum innan ítróttina.

- Bólturin fór veruliga á rull í fjør, tá fyritøkur fyrst byrjaðu at leggja hampuligar peninganøgdir inn í kappingarnar. Avtrat hesum hevur eSport.fo fingið aðran stuðul frá fyritøkum, soleiðis at dygdin og karmarnir fyri eSporti í føroyum kunnu mennast.

Tann 23. mars byrjar Elektrondeildin, og hetta verður størsta kapping í føroyskum høpi, tá tað kemur til esport og Counter Strike.

Vinningarnir eru heilt upp í 50.000 krónur, og kappingin í Føroyum kann nú eisini samanberast við onnur norðanlond. Tað fegnast Rúni Winther Johnsen sjálvsagt um.

- Hetta hevur verið ein 2-ára lang menningartilgongd, og vit kunnu nú staðfesta, at vit í Føroyum endiliga kunnu hava vinningar, sum minna um vinningar í øðrum norðanlondum.

- Vit hava sæð ein stóran vøkstur serliga seiasta árið. Millum annað fáa vit fleiri fyrispurningar um vikuna um at viðmerkja evni innan esport, fyrispurningar um esport rapportir og okkara meiningar um hvar esport fer at fara í framtíðini. Nú er eSportur veruliga ein partur av samfelagnum í Føroyum, tað haldi eg, sigur Rúni Winther Johnsen.

Stóra finalan í Elektrondeildini verður 5. juli í Hoyvíkshøllini, har pláss eru fyri 300 áskoðarum.

Les eisini: Vinningar upp í 50.000 í føroyskum esporti