Seinasti yvirmaður í ETA varð handtikin í Fraklandi í fjør. Mynd: EPA

ETA letur frá sær vápnini



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Steinar Patursson

19.03.2017 - 19:25

Tíðindi > Uttanlands - ES

Baskiski loysingar- og yvirgangsfelagsskapurin, ETA, hevur játtað at leggja vápnini í seinasta lagi 8. apríl.

Keldur hjá sponsku stjórnini vilja vera við, at ETA er gingið við uppá at lata øll vápnini frá sær, og ein limur í baskiska loysingarfelagsskapinum Bizi sigur við Le Monde, at Bizi hevur fingið sum uppgávu at skipa fyri avvápningini.

- ETA hevur givið okkum ábyrgdina av at standa fyri avvápningini av vápnagoymslum teirra í seinasta lagi 8. apríl, segði Txext Etcheverry frá Bizi við Le Monde

Samstundis ger spanski innlendismálaráðharrin greitt, at ETA fær einki afturfyri avvápningina.

ETA boðaði annars frá vápnahvíld í 2011, og ivasamt er, hvussu nógv vápn felagsskapurin hevur eftir, tí at spanska løgreglan hevur handtikið fleiri hundrað ETA limir og lagt hald á vápn teirra.

ETA varð sett á stovn undir Franco tíðini fyri meira enn 50 árum síðani við tí fyri eyga at seta á stovn ein frælsan baskiskan stat.

Fleiri enn 800 fólk hava latið lív av atsóknunum hjá ETA, síðan felagsskapurin varð settur á stovn.