Gylfi Sigurdsson og hinir Everton leikararnir eru vónbrotnir í kvøld (Mynd: EPA)

Europa League av á hesum sinni fyri Everton

Ari av Rana

02.11.2017 - 22:15

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Vánaliga gongdin hjá Everton heldur fram. Í kvøld legði liðið úr Liverpool rygg til eitt 3-0 tap móti Lyon í Fraklandi. Við úrslitinum hava Everton ongan møguleika at spæla seg víðari í kappingini. Einans tveir dystir eru eftir, men heili 7 stig eru upp til Atalanta á fyrsta plássi og Lyon á øðrum plássi.

Við 0-0 javnleiki heima ímóti FC Crvena Zvezda megnaði Arsenal ikki at spæla seg víðari úr bólkinum í kvøld. Tó skulu Arsenal einans hava eitt stig frá seinastu tveimum dystunum, fyri at vinna seg víðari í kappingini.

FC Keypmannahavn gjørdi ikki mætari enn at leggja seg á fyrsta plássið, við einum 3-0 sigri á Zlin. Men av tí at FC Sheriff vann á Lokomotiv Moskva, er enn heilt tætt í bardaganum um at spæla seg víðari úr bólkinum. FC Keypmannahavn og FC Sheriff hava bæði 6 stig, meðan Lokomotiv Moskva hava 5 stig, nú tveir dystir eru eftir í bólkaspælinum.

Stóri dysturin í kvøld var spældur í italia, har Lazio og Nice møttust. Dysturin var sera javnur við fáum málmøguleikum. Tað var tó oddaliðið Lazio, sum við hjálp frá sjálvmáli í yvirtíðini, vann dystin 1-0. Við sigrinum hava Lazio enn fult stigatal aftaná fýra dystir, og hava spælt seg víðari úr bólkaspælinum. Lazio er eisini einasta liðið í ársins Europa League kapping við fullum stigatali eftir fýra dystum.