Everton í dysti móti Atalanta í kvøld (Mynd: EPA)

Europa League: FCK, Arsenal og Everton taptu øll

Ari av Rana

23.11.2017 - 22:46

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

FC Keypmannahavn hevði gyltan møguleika at spæla seg víðari úr bólkaspælinum í Europa League í kvøld, meðan Everton skuldi royna at bjarga æruni.

FC Keypmannahavn fór til Russlands at spæla ímóti Lokomotiv Moskva. Við sigri kundi FCK tryggja sær, at Lokomotiv Moskva ikki megnaði at innheinta teir, og tí vildi FCK spælt seg víðari í kappingini. Dysturin endaði 2-1 til heimaliðið.

FC Sheriff, sum lá nummar tvey áðrenn dagsins dystir, vann sín dyst 1-0 á Zlin, sum liggur aftast. Støðan er nú, at FC Sheriff er fremst við 9 stigum, Lokomotiv Moksva hevur 8 stig, FCK hevur 6 stig, meðan Zlin hevur 2 stig. Enn er tí einki avgjørt í bólki F.

Arsenal tapti 1-0 á útivøll móti FC Køln. Málið kom í 62. minutti, tá Sehrou Guirassy umsetti brotsspark til mál. Tapið gjørdi tó ongan mun fyri Arsenal, tí at dysturin millum BATE Borisov og FK Crvena Zvezvda endaði 0-0.

Við hesum hava Arsenal spælt seg víðari úr bólkaspælinum, meðan Bert eitt stig skilir FC Køln á øðrum plássi við 6 stigum og BATE Borisov á aftasta plássi við 5 stigum.

Everton hava einki annað enn heiðurin at spæla fyri, men illa gongur. Í kvøld spældu teir á heimavølli móti Atalanta, sum ikki gjørdi minni enn at banka Everton 1-5. Einsamalla málið hjá Everton skoraði Sandro Ramirez, meðan danski Andreas Cornelius skoraði tvey mál fyri Atalanta. Í hinum dystinum vann Lyon 4-0 á Apollon Limassol.

Atalanta og Lyon hava spælt seg víðari og hava bæði 11 stig, nú bert ein dystur er eftir. Spenningur er tí í síðsta dystinum um hvat lið vinnur bólkin, tí at tá tekur Atalanta ímóti Lyon. Everton fær so ein síðsta møguleika at tryggja sær, at liðið ikki endar aftast í bólkinum, tá teir spæla á útivølli móti Apollon Limassol.