FCK venjarin Ståle Solbakken (Mynd: EPA)

Europa League: FCK týðandi dyst í kvøld

Ari av Rana

23.11.2017 - 17:41

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

FC Keypmannahavn hevur ein sera týðandi dyst í dagsins Europa League dysti. Við sigri í kvøld spæla FCK seg víðari í ársins kapping. Í øðrum dysti, kann Arsenal eisini staðfesta sína víðari luttøku í kappingini, meðan Everton roynir at sleppa undan fullkomnari eyðmýking.

FC Keypmannahavn liggur fremst í sínum bólki við 6 stigum. FC Sheriff hevur somuleiðis 6 stig, meðan mótstøðuliðið hjá FCK í kvøld, Lokomotiv Moskva, hevur 5 stig. Aftast í bólkinum eru Zlin við tveimum stigum. Við sigri á Lokomotiv Moskva í kvøld liggja FCK fýra stig frammanfyri mótstøðuliðinum tá bert ein dystur er eftir, og ber tí ikki til hjá Lokomotiv Moskva at innheinta FCK í kappingini. FCK spæla seg tí víðari úr bólkaspælinum í kvøld við einum sigri heima í Telia Parkini.

Arsenal liggur langt fremst í sinum bólki. London liðið hevur 10 stig eftir fýra dystir og eru 5 stig frammanfyri FK Crvena Zvezda á 2. plássi. Vinnur Arsenal í kvøld á útivølli móti FC Køln, spæla Arsenal seg víðari í kappingini.

Everton hevur havt eina ræðuliga byrjan á kappingina. Stolta enska felagið úr Liverpool hevur bert eitt stig eftir fýra dystir og liggur aftast í bólkinum. Í kvøld taka teir ímóti Atalanta úr Italia, sum liggur ovast í bólkinum við 8 stig. Lyon hevur somuleiðis 8 stig, og tí hevur Everton longu mist møguleikan at spæla seg víðari úr bólkaspælinum. Tó kunnu Everton enn enda frammanfyri Apollon Limassol, sum liggja tvey stig frammanfyri Everton.