Kasia Mos, sum skal umboða Pólland í ár. Mynd: EPA

Eurovision hálvfinala í kvøld

Jens Hákun Leo

09.05.2017 - 13:25

Mentan > Mentan > Tónleikur

Tað er í kvøld kl. 20, at fyrra hálvfinalan í ársins útgávu av sangkappingini Eurovision Song Contest stendur á skránni.

Kappingin í ár verður hildin í ukreinska høvuðsstaðnum Kiev, eftir at Ukreina vann kappingina í fjør við sanginum ”1944” hjá Jamalu.

18 lond luttaka í fyrru hálvfinaluni í kvøld, meðan 18 luttaka í seinru hálvfinaluni, sum verður á skránni hóskvøldið. Finalan í kappingini verður leygarkvøldið kl. 20.

Av londum, sum luttaka í kvøld, eru Svøríki, Finnland og Ísland.

Tíggju tey fremstu londini úr báðum hálvfinalunum koma víðari til finaluna, har tað longu er gjørt av frammanundan, so sum siður er, at Frakland, Italia, Spania, Ongland, Týskland umframt vertstjóðin, í hesum føri Ukreina, skulu luttaka.

Russland verður ikki við í kappingini í ár, eftir at ukreinsku myndugleikarnir bannaðu Yuliu Samoylova, sum skuldi umboða Russland í kappingini, atgongd til landið, og eftir at russiska sjónvarpið hareftir sýtti fyri at senda frá sangkappingini. Av hesari orsøk noktaði EBU russum at luttaka.

Turkar verða heldur ikki við í kappingini í ár, av tí at teir millum annað eru ónøgdir við, at fimm lond koma víðari til finaluna uttan at luttaka í hálvfinalunum.

Favorittar at vinna kappingina í ár eru, sambært Odds Eurovision Song Contest 2017, Italia, Portugal og Svøríki.