Mynd: Visir.is

Eurovision: Ísland kom ikki víðari

Sverri Egholm

10.05.2016 - 21:25

Mentan > Tónleikur > Tónleikakappingar

Íslendska lagið “Hear Them Calling“ tók ikki Europa á bóli. Í øllum førum ikki nokk til at nokk av evropearum atkvøddu fyri sanginum hjá Gretu Salóme Stefánsdóttir.

Tað er svenski høvuðsstaðurin Stockholm, sum í ár er vertur fyri stóru evropeisku sangkappingini og fyrsta hálvfinalan var í kvøld. 18 lond kappaðust í kvøld um 10 pláss í finaluni, sum verður leygardagin.

Londini sum komu víðari í kvøld vóru hesi:
Aserbadjan
Russland
Holland
Ungarn
Kroatia
Eysturríki
Armenia
Tjekkia
Kýpros
Malta

Tað merkir at Finnland, Grikkaland, Moldova, San Marino, Estland, Montenegro, Ísland og Bosnia-Hercegovina eru úti.

Onnur hálvfinalan verður hósdagin og tá fer Lighthouse X á pallin fyri Danmark.