Ukraine: Jamala við sanginum 1944 (Mynd: DR.DK)

Eurovision: Ukraine yvirhálaði Australia í endaspurtinum

Niels Petersen

14.05.2016 - 23:46

Tíðindi > Tónleikur > Tónleikakappingar

Tá atkvøðurnar hjá ymisku dómsnevndunum vóru taldar, var Australia langt á odda í Eurovision, men í ár varð talt upp á annan hátt enn vanligt verður. Dómsnevndirnar komu fyrst til orðana, og síðani blivu telefonatkvøðurnar taldar og lagdar afturat aftaná.

Telefonatkvøðurnar góvu Russland fyrsta plássið, Ukraine annað pláss og Australia triðja. Atkvøðurnar hjá Ukraine vóru nóg nógvar til at koppa Australia av tindinum, og harvið vinna Eurovision Song Contest 2016.

Úrslitið:

Dómsnevndirnar - Topp fimm:

1. Australia - 320 stig
2. Ukraine - 211 stig
3. Frakland - 148 stig
4. Malta - 137 stig
5. Russland - 130 stig

Telefonatkvøðurnar - Topp fimm:

1. Russland - 361 stig
2. Ukraine - 323 stig
3. Pólland - 222 stig
4. Australia - 191 stig
5. Bulgaria - 180 stig

Samlaða úrslitið - Topp trý:

1. Ukraine - 534 stig
2. Australia - 511 stig
3. Russland - 491 stig