Evi Tausen á evropeiska Topp 10 countrylistanum



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Elin Brimheim Heinesen

14.07.2013 - 21:55

Mentan > Tónleikur > Rútmiskur tónleikur

ECMA - European Country Music Association - hevur ein Topp 100 hittlista við 100 teim bestu coyntrysangunum í løtuni. Hesa vikuna er eitt lag hjá føroysku countrysongkvinnuni Evi Tausen komið heilt upp millum 10 tey fremstu løgini á listanum.


Talan er um lagið "Oh, how I miss you tonight", sum Evi syngur saman við countrystjørnuni Jim Ed Brown. Lagið er av fløguni hjá Evi, ið hevur heitið "Wishing Well", ið kom út í 2011. Tað liggur í løtuni sum nr. 9 á Topp 100 listanum hjá ECMA.

Hittlistin er at finna her:
http://www.europeancma.com/chart/chart.html

Evi verður annars nógv at hoyra á Rás2 í næstum, tá hon skal vera vertur har í sendingum, sum Rás2 fer at senda frá G! Festivalinum.

Til ber at lurta eftir lagnum "Oh, how I miss you tonight" hjá Evi og Jim Ed Brown á YouTube her niðanfyri.