(Mynd: EPA)

Evropa umhugsar at avtaka summartíðina



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ingi Samuelsen

09.02.2018 - 11:57

Tíðindi >

Ein meiriluti av tinglimunum í ES-tinginum ynskir at summartíðin verður avskaffað. 384 tinglimir atkvøddu í gjár fyri og 153 ímóti eini áheitan ES-nevndina um at kanna núverandi skipan við summartíð og – um neyðugt – koma við broytingum.

ES-tinglimir vístu undir viðgerðini á, at tað er ivasamt, um tað gevur nakran fyrimun at flyta klokkuna ein tíma í summarið, um sammett verður við tann ampa tað viðførir fyri bæði fólk, fæð og skipanir annars.

Summartíð varð á fyrsta sinni tikin í brúk undir fyrra heimsbardaga fyri at spara brennievni. Núgaldandi skipan fyri ES-londini varð sett í gildi við eini fyriskipan frá 1996, sum álegði øllum ES-londunum at hava summartíð samstundis. Um ES-nevndin tekur hesa skipan úr gildi, er tað tó upp til hvørt einstakt land um summartíðin verður avtikin.

Í Føroyum hevur summartíð verið í gildi síðan 1980. Lógin heimilar landsstýrinum við kunngerð at áseta, at samdøgrið kann byrja ein tíma fyrr um summarið í mun til vanliga tíðarrokning.

Síðan hevur landsstýrið við kunngerð ásett nær summartíðin skal byrja og nær hon skal enda. Føroyska summartíðin fylgir teirri hjá ES-londunum. Seinasta kunngerðin hesum viðvíkjandi varð lýst í august 2016 og ásetur summartíðirnar fyri árini 2017, 2018, 2019, 2020 og 2021. Í ár byrjar summartíðin 25 mars og endar 28. oktober.